Fráflyting og búskaparkreppa


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2000
Prísur: 80.00
ISBN: 99918-0-242-8
Rithøvundi: Erik Arge
Evni: Hagfrøði
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 42


Samandráttur
Bókin er tann seinasta í røðini við teimum sonevndu livikorskanningunum, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út í samstarvi við føroysk yrkisfeløg og snúgva seg alment um at kanna lívskorini hjá føroyingum undan og undir kreppini í 1990-árunum. Arbeiðisloysið hevði álvarsligar búskaparligr og sosialar avleiðingar. Nógv máttu fara frá húsi og heimi og leita sær eftir arbeiði uttanlanda. Tey flestu fluttu til Danmarkar. Høvundurin lýsir m.a. hvørjar aldurs- og yrkisbólkar kreppan rakti serliga meint, og hvørjar bygdir kendu mesta sviðan. Hvussu nógv av teimum, sum rýmdu úr Føroyum fluttu undan arbeiðisloysinum? Hvat eyðkennir tað føroyska búsetingarmynstrið í Danmark? Hvussu ávirkaði eitt nú útbúgving og vinnuroyndir valið av bústaðarøki? Og hvørja støðu hava útisetarnir til møguliga at koma heim aftur til Føroya?