Norðurlond í kring


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 1995
Prísur: 48.00
ISBN: 99918-44-00-7
Rithøvundi: Jonhard Mikkelsen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 124


Um bókina
Norðurlond í kring
Jonhard Mikkelsen
- At ferðast norðurlond í kring.
- At lýsa lívið hinumegin málsliga markið.
- At víðka um royndirnar.
- At vekja lestrarhug við at siga frá dreymum, kenslum og upplivingum.
Tað eru nakrar av hugsanunum í bókini Norðurlond í kring.


Norðurlond í kring er vorðin til við teirri sannføring, at tann lokkandi og øðrvísi norðurlendski umheimurin hugfangar - bara næmingarnir kenna aftur myndir og tekstir ið siga frá royndum og ímyndinum hjá ungum fólki. Tað er galdandi fyri skaldskaparsløg, skaldamyndir og innihald.Ritstjórnin hevur sett lesaran í miðdepilin, slaka við vanligum frálæruætlanum og minkað um sannroyndartilfarið. Í staðin verður miðað ímóti at vekja áhuga og virkishug við breiðum úrvali av tekstum og myndum. Her eru brøv og frásagnir skrivaðar av ungum menniskum í lesarana egna aldri, her eru yrkingar, stuttsøgur, yrkistekstir, matskráir, sangir, myndarøðir og skemtisøgur. Grundreglan fyri, hvussu hetta skuldi skpast var - eingin grundregla. Hetta hevur við sær, at tilfarið er ikki skipað sum lærubøkur vanliga eru í evni ella evnisøki.


Til lærarar, sum hava hug at lesa og arbeiða við tekstum og myndum sum knytt eru at hvør øðrum er tað kortini ikki torført at finna evnir, sum saman knýta saman tekstir: at halda jól, dreymar, kærleiki, at vera ungur,... lyrikkur...


Tekstirnir eru býttir millum ymsu máløkini - tey stóru økini hava nakrar fleiri tekstir enn tey smáu, men øll eru við. Í føroysku útgávuni eru nakrir fáir danskir tekstir skiftir út aðrar norðurlendskar, av tí at danskt er lærugrein í føroysku skúlunum.


Norðurlond í kring myndar fyrst og fremst Norðurlond, sum tey eru nú á døgum. Tað hevur við sær at tekstaúrvalið úr Svøríki gevur eisini myndina av Svøríki sum tilflytaraland, og at Danmørkin myndast í yrkingum um fosturlandið og í tekstum um siðir og vanar. Í tekstunum úr Finlandi geva ungdómar okkum innlit í gerandislív har eysturi hjá teimum. Íslendsku tekstirnir hava bæði søguligt atlit og viðgera tilverunnar dreymasíðu. Fyrimyndir, sjónhvørvingar og dreymar eru nøkur evni úr greinum, frásagnum og yrkingum úr Noregi. Tekstirnir úr Grønlandi og Føroyum verða settir inn í nevndu evni tó við høvuðsatliti at grundleggjandi tilveruspurningum.


Býtið millum yrkistekstir, yrkingar og aðrar fagrar bókmentir er gjørt soleiðis, at fagrar bókmentir viga mest. Tað norðurlendka hevur verið karmur. Atliti at lesaranum hevur sett dám á innihaldið. Tann djúpara fatanin av teksti og mynd klárnar og rúmkast undir samrøðuni i flokkinum ella bólkinum. Í teirri frásjón kan Norðurlond í kring virka sum tekstasavn, har málið er miðal og innlit er málið. Norðurlond í kring er m. a. eisini ætlað sum fjølbroytt grundarlag undir arbeiðnum at fáa í lag gott samskifti í flokshølinum.


Samstundis fer bókin við sínum lokkandi sniði vónandi eisini at geva næmingum hug at blaða í henni og fundera yvir tekstir og myndir.