Á káta horninum


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 1995
Prísur: 160.00
ISBN: 99918-43-03-5
Rithøvundi: Oddvør Johansen
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 133

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Savnið er sett saman av endurminningum og hugleiðingum, har Oddvør Johansen við sínum eyðkenda skrivingarlag ger rámandi myndir av lívi og levnað. Hendinga stuttsøgan trýtur heldur ikki. Tað lætta, skálkabrosið, eyðkennir í fittan mun søgurnar hjá Oddvør Johansen, ið fevna frá skóbúðini í Vágsbotni og upp á Skælingsfjall, og úr SMS til Múrin í Kirkjubø. Hon skrivar og tosar um alt í senn og ger á henda hátt eina lýsing av Havnini í 90unum, um somu tíð sum hugurin ferðast aftur til sakleysari dagar. Inngangur og útgangur eru yrkingar. Tann fyrra um málið, meðan tann seinna er ein sterk lýsing av evsta bardaganum hjá beiggjanum. Savnið kann sammetast við eitt kramarhús við blandaðum bommum, har tey einstøku bommini eru ólík, men tað er ongantíð ivi um, at bommvirki er tað sama.