Rósa Maria

Forlag: Mentunargrunnur studentafelagsins
Útgávuár: 2015
Prísur: 250.00
ISBN: 978-99918-43-04-9
Rithøvundi: Jens Pauli Heinesen
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 175

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Savnið er býtt í tveir partar, har tær fimmsøgurnar í fyrra partinum eru heftar at hvørjari aðrari, og tilsamans mynda eina stuttsøgu-cyklus. Søgurnar eru annars sera fjølbroyttar. Tær fevna frá tí skemtiliga, tí satiriska, tí siðsøguliga, tí syrgiliga, tí sálarfrøðiliga og einum hópi av erotiskum søgum, ikki minst í hesum seinasta savninum, sum lýsir tað kensluliga, kærleikslívið, tað ediliga kenslulívið millum kynini upp á gott og ilt. Søgurnar hjá Jens Paula Heinesen prógva, at heilin er dyggasta kynsgagnið, og hetta innlit veitir flestu søgunum eitt milt umberandi brá.