Fýra ævintýr úr sagnum og ævintýrum


Forlag: Nám
Útgávuár: 2003
Prísur: 20.00
ISBN: 99919-0-331-9
Rithøvundi: Jakob Jakobsen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 75

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
ævintýr er fyrsta bláa snípubók yvirhøvur, ætlað næmingum í 3. - 5. flokki. Ævintýrini eru úr Sagnum og ævintýrum eftir Jakob Jakobsen, doktara (1864-1918).
Lydia Didriksen, lærari, hevur lagað tekstin til lesinámsfrøðiliga. Tað ger ævintýrini løtt at lesa hjá næmingunumm. Hon hevur eisini skrivað stutta frágreiðing um Dr. Jakobsen, lív og verk hansara, umframt arbeiðsuppgávur og hugskot, ið eru prentað aftast í bókini. Tey fýra úrvaldu ævintýrini í hesari bókini eru: Vakurleikin og beistið, Kongaríkið Verðsins Endi, Teir sjey svanirnir og Drongurin, ið fekk kongadóttrina aftur frá sjótrøllinum.

Ævintýrini eru úr Sagnum og ævintýrum eftir Jakob Jakobsen, doktara (1864-1918). Hann ferðaðist um landið í 1890-árunum, granskaði og skrivaði upp eftir munnligari frásøgn. Á 1901 gav hann alt tilfarið, hann hevði savnað, út í fýra heftum, sum vit í dag nevna Sagnir og ævintýr. Tey fýra úrvaldu ævintýrini í hesari bókini eru: Vakurleikin og beistið, Kongaríkið Verðsins Endi, Teir sjey svanirnir og Drongurin, ið fekk kongadóttrina aftur frá sjótrøllinum. Sum ævintýr yvirhøvur hava tey ymisk eyðkenni, ið vanliga koma fyri í hesum serliga tekstaslagnum. Vit hitta døtur og synir, trøll á sjógvi og landi, gand og broyting, svik og avdúkan, prinsar og prinsessur, illa sjúkmóður og góðvarnan faðir, horvna kongsdóttur, skógarmenn sum ráðgevar, fuglar sum hjálparar, svørð sum amboð, kelling, yngsta býttlingin - og so framvegis.
Hanni Bjartalíð, listamaður, hevur myndprýtt bókina við sínum sermerktu svart/hvítu tekningum.
4 ævintýr er blá snípubók við tveimum fjaðrum. Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunn og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1. – 3. flokki, tær bláu snípurnar 4. – 6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Á hvørjum liti eru trý torleikastig: 1 fjøður er løtt bók 2 fjaðrar er miðal torfør bók 3 fjaðrar er torfør bók Gular snípur eru eisini komnar út sum ljóðbøkur.