Ein mamma er ein mamma


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 1993
Prísur: 170.00
ISBN: 978-99918
Rithøvundi: Oddvør Johansen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 170

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Træðrirnir í skaldsøguni eru fleiri. Vit hitta ta barnleysu prestakonuna, Onnu, og mannin Tummas. Tey møttust í dansinum, og hann vildi giftast. Tað vildi hon ikki. Hon vil lesa víðari, hann vil hava eina konu í prestagarðin. Hvussu skal leikur vera, tá ið hjúnini bæði eru so ymisk? Livandi og myndaríkt verður sagt frá tilveruni hjá hesum báðum úti á bygd. Vinkonurnar hjá Onnu spøkja eisini. Tær siga frá eini heilt øðrvísi tilveru í Danmark, har ein av teimum byr í kollektivinum Reyðu stjørnu og heldur saman við Freddy, ið lesur heimspeki og spælir jazz. Ein annar tráður er tann einsamalla mamman Sólvá, sum sigur frá í fyrsta persóni. Hon leggur fyri á Strandboulevarden í Kjøpinhavn, og vit frætta um lívið undir útbúgving í sjeytiárunum, og um tann komandi føroyska politikarin sum sveik hana. Vit lesa um lív og tankar heima og í Danmark. Um at vera barnleysur, um at vera einsamøll mamma, og um at lata barn sítt frá sær. Og um teir trupulleikar sum standast av hesum – fyri báðar partar. Alt borið fram á tí fyri Oddvør Johansen so eyðkenda smidliga gerandismáli.