Við bivandi hjarta


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 149.00
ISBN: 978-99918-76-44-3
Rithøvundi: Høgni av Heiði
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 133

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin nevnir seg skaldsøga, men sum høvundurin skrivar á einum forblaði: ”Eg havi valt at kalla bókina skaldsøgu. Men partarnir kunnu saktans lesast sum sjálvstøðugar stuttsøgur”. Bókin er í føroyskum høpi óvanliga opinskárað, tá ið tað snýr seg um lýsingar av tí kynsliga og annars av øllum niðan belti. Tónin er tí kanska eitt sindur harðligur, men um somu tíð skemtiligur, sum hann er millum fittan part av ungdóminum. Her er bæði rukkukoyring við ríkiligt av brennivíni, ungir menn, sum royna at fáa hendur á ungum kvinnum, og kvinnur sum royna tað sama við monnum. Men tað verður eisini sagt frá trøllvaksnum fólki, ið vinna øðrum neisir, sum at selja teimum hundar, ið skunda sær beint aftur til upprunaheimi, so teir aftur kunnu seljast. Tað verður gjørd ein mynd av ólátaðum ungum og vaksnum, tvs. tí vanliga føroyinginum.