Rúm


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 1995
Prísur: 220.00
ISBN: 99918-43-06-x
Rithøvundi: Carl Jóhan Jensen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 283

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tað er ein royndur høvundur sum leggur eina drúgva skaldsøgu fyri føroyska lesaran. Rúm. Ein tekstur í fjúrtan pørtum er skaldsøga, men avgjørt ikki av teimum vanligu í okkara høpi. Frásøgnin tekur vid umborð á S/S Gimle ávegis til Føroya 15. juni 1919, og hon endar umborð á sama skipi á veg úr Føroyum 5. august 1919. Eitt høvuðsrák undir tekstinum eru Metamorfos­urnar hjá rómverska høvundinum Ovid. Somuleiðis kærleiksyrk­ingarnar, Amores, hjá sama høvundi. Sum heild er Rúm á tremur av ábendingum til mytologi, bókmentir, mál og vidburðir. Hetta krevur sjálvsagt nakað av lesaranum, men afturfyri verður so mikið meira borið aftur.