Grund 2


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2005
Prísur: 120.00
ISBN: 99918-1-481-7
Rithøvundi: Steinbjørn B. Jacobsen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 277

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Annar parturin av endurminningunum byrjar, tá ið hann fer upp á Tvøroyri at ganga í realskúla. Hann lýsir skúlalívið og ymiskt, ið hendi hesi árini á Tvøroyri. Í frítíðini er hann í feitilendi, úti og skjýtur fugl og eisini í Lítlu Dímun og fleygar lunda. So fer hann til skips; fyrst við Yvonnu, síðan undir Grønlandi við línu og snøri og seinni á sild. Síðan við íslendskum útróðrarbáti og trolara.
Við virðing og eymleika lýsir hann bygdamenn og skipsfelagar og skrivar livandi um lívið um borð á bæði danguni, útróðrarbátinum og trolaranum. Fyri lesara, ið ikki hevur upplivað slupplívið og bara hoyrt um línu- og snørisfiskiskapin undir Grønlandi og sildafiskiskapin við gørnum undir Føroyum, er hetta stak áhugaverdur lesnaður. Eisini lýsingin av útróðri í Íslandi og trolaralívið har, sum mangir føroyingar upplivdu í fimtiárunum.
Hann fer so til Danmarkar at lesa til lærara, og bókin endar, tá ið hann við konu og nýføðingi vendir aftur Føroya at starvast sum lærari.