Tey bæði trúfesti og fullkomin friður


Forlag: Egið
Útgávuár: 2011
Prísur: 230.00
ISBN: 978-99918-3-339-2
Rithøvundi: Hanus Samró
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 172

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hanus Samró hevur fyri nøkrum vikum síðani givið skaldsøguna ” Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður” út. Bókin snýr seg um tey bæði, Bjarta og Vár, ið eru av Sandoynni. Bjarti er úr Húsavík, meðan Vár er ættað av Sandi. Hanus lýsir hegnisliga, hvussu tað er at vaksa upp í einum bygdasamfelagi, men hann viðgerð eisini viðkomandi evnir, so sum, hvussu tað er ganga í skúla, ganga til próvtøku, til G! festival, men so kemur hann eisini inná evnir, ið viðkemur ungdóminum á bygd: hvussu tað er at flyta til Havnar og á studentaskúla…

Høvuðsboðskapurin í bókini er tó kærleikur. Søgan snýr seg um djúpfestan kærleika millum Bjarta og Vár, men tað er ikki nakar klebruttur Hollywood kærleiki, har tilveran millum tvær forelskaðar verur liva happily ever after. Hanus Samró megnar at skapa nakrar twist and turns, sum sjálvdan eru at síggja í føroyskum bókmentum, har lesarin fær gásarhúð av brutalu og náðileysu lýsingunum. Við hesum stílinum líkist Hanus til tíðir Jóanes Nielsen, tí hann leggur ikki fingrarnir í millum, tá ið tað kemur til sex og drukk:

“Ungdómurin læt samvitsku og sjálvsvirðing liggja uttanfyri gyrðingarnar, ið G! fyriskipararnir høvdu sett upp, so at eingin ófrættakendur gírikur snúði sær undan gjaldingini. Innanfyri jarngyrðingarnar valdaði lógloysi, fólk stjólu stólar og ølfløskur við góðari samvitsku, fólk knústu tjøldini hjá hvørjum øðrum, men avsannaðu alt, tá ið tey vóru konfronteraði við atgerðina. Harafturat lógu girndarhugaðir maðkar og moggaðu í tjøldunum hjá øðrum, úti á bønum, í myrkri sum á alljósum degi. Lógloysa atferðin var jú ein partur av spælinum. Í nakrar dagar var tað ikki margháttligt at sleppa innara ørskapinum út, í nakrar dagar var tað í lagi, at ótamda menniskjað slapp í millum fjøldina, men í øllum ørskapinum var tað, sum óspektu menniskjuni savnaðust um eitt felagsmál: at hava tað stuttligt.”

Høvuðspersónarnir eru sum sagt ungir, men handan aldurin liggur ein duld fortíð, ið ávirkar persónarnir sálarliga. Tað ótilvitaða verður lýst í dreymum, og tað er ógvuliga áhugavert at lesa, hvussu rithøvundurin ferðast gjøgnum ástøðirnar hjá Freud. Tað er til tíðir eitt sindur torført at fylgja við, men tá ið man lesur neyvt, gevur tað meining.

Fyri ikki at avdúkað ov nógv, so er skaldsøgan hjá Hanus Samró “Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður” ein kærkomin og góð bók til tey ungu. Hon er viðkomandi, tíðarhóskandi, og so viðgerð Hanus nøkur evnir, ið eingin hevur viðgjørt í føroyskum bókmentum.