Sum lítið murelds blunk


Forlag: Egið
Útgávuár: 2011
Prísur: 65.00
ISBN: 978-99918-3-338-5
Rithøvundi: John Reynbú
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 40

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nú er »Sum lítið murelds blunk« komi út, tað er fyrsta yrkingasavnið hjá John Reynbú.

Vit kenna John Reynbú frá framsýningum hansara við
koltekningum og oljumálningum. Hann hevur sýnt fram sjálvur og eisini tikið lut á framsýningum saman við øðrum. John Reynbú hevur sýnt fram ymsastaðni m.a. í Klaksvík og í Runavík.

Hann hevur í mong ár havt áhuga at tekna og mála og millum myndevni hansara eru bygdaløg og náttúrumyndir við íblástri úr hugaheiminum.

John Reynbú (1952) er ættaður og uppvaksin í Funningi. Í hesum fyrsta yrkingasavni sínum hevur hann savnað nakrar av yrkingum sínum umframt fleiri av koltekningum hansara eisini eru at síggja í bókini.