Vestanfyri


Forlag: Sørvágs kommuna
Útgávuár: 2011
Prísur: 120.00
ISBN: 978-99918-3-327-9
Rithøvundi: Lasse Sørensen
Evni: List og listagreinir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 91

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í eina hálva øld hevur Lasse Sørensen (LasseS) málað, teknað og skrivað um oyggjarnar, hann flutti til í 1960.

Gløgt er gestsins eyga sigur LasseS í formælinum til hesa bók. Hann vil vera við, at tann, ið kemur uttanifrá, sær nakað, sum vit vanliga ikki leggja okkum í geyma.

Nógvar av andlitsmyndunum av kendum fólki um okkara leiðir, hevur hann teknað í 70-unum. Vit sum vóru tannáringar og nakað eldri tá, minnast hesi fólk, sum ikki eru millum okkum longur. Tey vóru ymisk, men tey flestu vóru nakað “serligt”.

Fyri sløkum tveimun árum síðani setti LasseS seg í samband við kommununa.

“Eg gerist ikki yngri við árunum, so nú kundi eg hugsa mær at savnað tekningar úr ymisku bygdunum í kommununi í eina bók. Til hvørja tekning skal vera ein tekstur”. Og legði hann aftrat. Eg skal onga samsýning hava fyri mítt arbeiði.

Av tí at bókin fyrst og fremst er ætlað fólki, ið vitjar kommununa úr útlondinum, var semja um, at rithøvundurin skrivaði tekstin á donskum.

Uppskotið hjá LassaS varð lagt fyri Trivnaðarnevndina, sum mælti bygdaráðnum til at stuðla bókaútgávuna.