Malunarmót


Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2012
Prísur: 320.00
ISBN: 978-99918-65-39-3
Rithøvundi: Eyðun Andreasen
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 534

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Greinirnar í bókini spenna víða, frá evnum innan bókmentir og bókmentafrøði til greinir um mál, søgu og list. Høvundarnir eru vinir og starvsfelagar í Føroyum, Danmark, Finnlandi, Grønlandi, Hollandi, Íslandi, Noregi, Onglandi, Sveits, Svøríki og USA.

MÓT merkir samankoming, har leiðir møtast. Heitið MALUNAR MÓT sipar til, at her møtast træðrir og fólk í lívi føðingardagsbarnsins.

Myndirnar á permuni, sum Astri Luihn hevur valt út og sett saman, eru úrval av myndum, sum Malan Marnersdóttir eigur. Listafólkini eru Marianna Mørkøre, Poul Horsdal, Hansina Iversen, Ingálvur av Reyni, Tommy Arge, Edward Fuglø og Astri Luihn.

Um Maluna
Malan Marnersdóttir man vera ídnasti og mest produktivi bókmentagranskari í Føroyum og hevur skrivað eina røð av bókmentavísindaligum bókum og ótaldar greinir í vísindaligum tíðarritum her heima og uttanlands. Hon hevur í mong ár javnan ummælt bókmentir og list í bløðum og útvarpi, gjørt útvarpssendingar og sjónvarpssendingar og tikið lut í almenna kjakinum um bókmentir og list.

Bókmentir og bókmentagransking eru høvuðsáhugin í lívinum hjá Maluni. Millum høvuðstræðrirnar innan hetta stóra og víðfevnda granskingarøki hevur hon arbeitt við kvinnubókmentaligum sjónarhornum, samtekstagreining og postkolonialismu. Hon hevur tikið fram ókendar og hálvgloymdar kvinnuligar høvundar og lýst teirra verk og virki. Fýra av hennara vísindaligu bókum snúgva seg um kvinnuligar rithøvundar og yrkjarar. Eitt annað virkisøki hjá henni er bókmentasøgan – hitt stóra og breiða yvirlitið yvir føroyskar skriftmentir frá fyrstu íkoming til dagin í dag, og saman við starvsfelaga sínum Turið Sigurðardóttur gav hon í fjør út fyrsta bind av ein ætlaðum stórverki um føroyska bókmentasøgu í tilsamans trimum bindum.

Malan Marnersdóttir hevur eitt vakið eyga út um landoddarnar, har hon íðin umboðar føroyskar bókmentir og føroyska mentan við fyrilestrum og íkastum á altjóða ráðstevnum, eins og bókmentalistin ber greið boð um. Eisini hevur hon verið gestalærari á útlendskum universitetum.

Uttan fyri Fróðskaparsetrið hevur hon røkt álitisstørv og nevndarsessir. Hon hevur verið limur í nevndini fyri mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og limur í nevndini, ið innstillar rithøvundar til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðs.

Umframt bókmentir hevur myndlist sera stóran áhuga hjá Maluni. Í mong, mong ár hevur hon verið nevndarlimur og eisini forkona í Listafelag Føroya. Hon ummælir, skipar fyri tiltøkum um list og hevur skrivað bøkur um føroysk listafólk.

Greinirnar í bókini eru:
Eyðun Andreassen: Ein undarlig søga – Metaforur og symbol í einum ævintýri
Petra Broomans: Ett litet och bortglömt land i skymningen – Nederländska bilder av Färöarna
Kirsten Brix: Gomul søga – Motivgreining
Dagný Kristjánsdóttir: Translating Childhood – On Translations of the books on Pippi Longstocking and Emil of Lönneberga by Astrid Lindgren in Iceland
Janet Garton: Amalie Skram and Henrik Ibsen: a missing link
Bergur Djurhuus Hansen: Orðdeyvur Goethetróndur
Hans Hauge: Fiktion i en retssal – Om PPDAs Fragments d’une femme perdue
Martina Huhtamäki: Súrligar nætur í Keypmannahavn – En färöisk visa i Köpenhamn
Elin Súsanna Jacobsen: Føroyingar og skriftmentan í 18. øld
Jógvan í Lon Jacobsen: Hví tosa vit viðhvørt – og snakka viðhvørt? – um málvariatión í føroyskum
Edit Bugge og Beinta í Jákupsstovu: Manningin av sjúkrarøktarfrøðingum
Jóan Pauli Joensen: Niðagrísurin, kópakonan og lemparin
Leyvoy Joensen: Faroese Novel Roots
Anfinnur Johansen: Okkurt smávegis um faðirsnøvn
Hanus Kamban: Bleikreyð rósa – Hans Andrias Djurhuus og Astrid Skaalum
Peter Kirkegaard: Det der hviskes om – omkring Arne Dahls nye kriminalroman Hviskeleg
Kristján J. Jónsson: Staða Íslands í Skandinavíu, einkum með tilliti til bókmennta
Karen Langgård: Forholdet til kulturarven i de sidste års grønlandske litteratur
Per Erik Ljung: En liten svensk romankanon
Kristin M. Magnussen: Gøtunøvn sum minnisvarðar
Bergur Rønne Moberg: Det litterære færøske felt – Forestillinger om nordlighed og ikke-metropol kultur hos J.H.O. Djurhuus, William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen
Lena Nolsøe: Niður á háskúla – um føroyskar kvinnur á háskúla í Danmark 1875-1899
Nils Ohrt: Fra Firenze til Færøerne – Ingálvur av Reyni og Paolo Ucello
Karin Sanders: Cold Art -- Melting Time
Lotte Rahbek Schou: Demokratiets plads i skolen?
Turið Sigurðardóttir: Løtan loftað. Yrkjarin Hjørdis Djurhuus
Anne-Kari Skarðhamar: Analyse av Sólrún Michelsens Tema við slankum (2007)
Soffía Auður Birgisdóttir: The Master and the Apprentice: Identity formation and inculcation – The case of Grandpa Sobbeggi and Little Hegga in Þórbergur Þórðarson’s autobiographical novel The Hymn of the Flower
Idar Stegane: Olav H. Hauge på færøysk
Verena Stössinger: Eine alte, alte Geschichte
Kirsten Thisted: Grønland i Hverdag og Fest – Kolonialisme, nationalisme og folkelig oplysning i mellemkrigstidens Danmark
Peter Widell: Hvad er tekstfiktion?
Else Knuth-Winterfeldt: Realismens masker – Om Herman Bangs impressionisme i Branden