Føroyskur fótbóltur 2011


Forlag: Dimmalætting
Útgávuár: 2011
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-835-5-7
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Árbøkur og álmanakkar
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 218


Um bókina
Fótbóltsáhugaðir føroyingar kunnu fegnast um, at nú fæst aftur ein sonevnd fótbóltsárbók fyri føroyskan fótbólt.

Dimmalætting hevur júst givið út bókina Føroyskur fótbóltur 2011 – alt um føroyskan fótbólt, sum er meinlík fótbóltsárbøkunum, sum komu út í nítiárunum. Bókin er gjørd í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, og hon er ein almenn árbók fyri føroyskan fótbólt.