Tórshavn býur og býarbørn 1906 1910


Forlag: Egið
Útgávuár: 2011
Prísur: 275.00
ISBN: 978-99918-814-5-4
Rithøvundi: Birgar Johannessen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 285

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
1910 innrættaði Dia Bø landsins fyrsta biograf í Tórsgøtu. Havnarfólk skuldu hava undirhald, og filmsapparatið bleiv vundið við hond.

Hesa og hundrað aðrar søgur fortelur Birgar Johannesen okkum í nýggjastu bókini um Havnina og hennara børn. Við seinastu bókini kenna vit brot úr lívinum hjá stórt 500 havnarfólkum frá aldarskiftinum og ellivu ár fram. Hesa ferð fevnir frásøgnin um árini 1906–1910, og um samtíðina skrivar Birgar millum annað soleiðis:

”Sum vit førka okkum longri fram á leiðini, er menningin í samfelagnum sjónligari. Børnini – havnaborgararnir – hava ein longri søgutráð. Ræsurnar gerast rúmligari og avbjóðingarnar størri, so hvørt sum samfelagið tekur seg fram.

Men lagnurnar hetta 11 ára skeiðið eru umskiftiligar. Her eru sólskinssøgur og sárar lagnur. Onkur sleit fullan aldur, onnur máttu lúta, áðrenn lívið av álvara tók við. Her eru umrødd skipbrot, tuberklar og aðrar lívshóttandi sjúkur, ið merktu nógv hesa tíðina.

Bókin staðfestir samleikan hjá býarbørnunum í Havn, teirra æviskeið og lívsgerning við myndum, har tað hevur borið til at útvega tær. Talan er um føroyingar, okkara medborgarar, og hvussu teirra lívsumstøður háttaðu seg.

Eins og í undanfarnu bókunum er tað Sendistovan, ið hevur sett upp og framleitt bókina. Tórshavn – Býur og býarbørn 1906-1910, er givin út á egnum forlagi og fæst í bókhandlum.