Vestmanna søga 1


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2011
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-71-65-3
Rithøvundi: Helgi Jacobsen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 507

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
1. bind reikar fyrst um, hvussu gomul bygdin man vera, og hvussu hon mundi vera skipað við gørðum og ærgjum. Hvar teir upprunaligu garðararnir vóru, og hvussu hagi, bjørg og bøur vóru býtt.

Dagliga strevið við útróðri, fuglaveiði, bjargarøkt, grindum og torvskurði verður lýst.

Í 17. øld livdi bygdin í alsomum ótta fyri sjórænarum, sum herjaðu í norðurhøvum. Tað var eisini inni á vágni í Vestmanna, at ógvusliga uppgerðin við hesar ófriðarkroppar var.

Greitt verður frá teirri kraft, ið losnaði, tá ið kongligur úthandil kom til bygdina og læt dyrnar upp fyri nýggjum vinnumøguleikum, sum kravdu nýggjar útbyggingar, bátar og atløgubryggjur og skipað havnarviðurskifti.

Í kjalarvørrinum á hesari kollvelting tóku onnur mál dik á seg: bygdin fekk skúla og skipaðan skúlaskap, hon fekk læknar og skuldi eftir ætlan fáa sjúkrahús.

Søgur og sagnir, knýttar at bygdini, eru eisini við í 1. bindi.