Deydningar dansa á sandi


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2011
Prísur: 280.00
ISBN: 978-99918-43-98-8
Rithøvundi: Jógvan Isaksen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 272

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tað gjørdist honum greitt, at hann fór at drukna her. At onkur hevði gjørt hendan sessin at drukna fólk í. At drukna hann í. Ræðslan fór úr heilanum sendandi út í alt likamið, men har var einki at gera. Hann var væl og virðiliga tjóðraður. Spakuliga rann tað fram fyri hann, at hann visti, hví hann sat her. Tað var hesari marruni, hann hevði runnið undan alt lívið, og nú hevði hon fangað hann kortini.

Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar í sjóvarmálanum, og fuglur er farin illa við honum. Hannis Martinsson ørminnist, at hann hevur hoyrt um onkran, sum var festur upp á hendan mátan áður, men hevur í fyrstani ilt við at koma í tankar um hvar. Skjótt fer kortini ein deyðadansur fram, sum fevnir úr Kunoy til Sumbiar, og træðrir eru nógv ár aftur í tíðina.