Fremjum dystarleik sveinar og sprund 3


Forlag: FBF
Útgávuár: 2011
Prísur: 99.00
ISBN: 978-99918-839-3-9
Rithøvundi: Suni Merkistein
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 338

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fótbóltssamband Føroya gevur út røðina við bókum um føroysku fótbóltssøguna, og Suni Merkistein skrivar.

Fyrsta bindið "Teir reystastu dreingir í norðum" (tíðarskeiðið 1892-1959) kom í fjør, og nú koma so bind 2 og 3. Roknast kunnu við tveimum bindum aftrat. Talan er sum sagt um bøkur, ið lýsa føroysku fótbóltssøguna. Vit kunnu kanska kalla hetta føroysk fótbóltssiðsøga.

Høvundur er Suni Merkistein. Fótbóltssamband Føroya gevur út.

Marni Mortensen hevur vegna FaroeSoccer samstarvað við Suna Merkistein um allar bøkurnar í sambandi við drúgva hagtalspartin.

Heitini eru: "Teir kundu væl listir og leikir" (Bind 2) og "Fremjum dystarleik, sveinar og sprund" (Bind 3).

Triðja bind í hesari røðini er um 80-árini í føroyskum fótbólti. Tá hendi so mangt. Gomlu eyr- og grúsvøllirnir hvørva tá so líðandi undir nýggjar graslíkismottur. Hetta var kollveltandi umskifti og týðandi framtak í menningartilgongdini, ið sjøtil av álvara varð settur á í 1979, tá ið Fótbóltssamband Føroya varð stovnað, og Føroyar fingu limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Í bókini, sum er góðar 300 síður til longdar, eru eisini myndir í hópatali umframt fjølbroytt hagtalstilfar.