Teir kundu væl listir og leikir 2


Forlag: FBF
Útgávuár: 2011
Prísur: 99.00
ISBN: 978-99918-839-0-8
Rithøvundi: Suni Merkistein
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 424

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fótbóltssamband Føroya gevur út røðina við bókum um føroysku fótbóltssøguna, og Suni Merkistein skrivar.

Fyrsta bindið "Teir reystastu dreingir í norðum" (tíðarskeiðið 1892-1959) kom í fjør, og nú koma so bind 2 og 3. Roknast kunnu við tveimum bindum aftrat. Talan er sum sagt um bøkur, ið lýsa føroysku fótbóltssøguna. Vit kunnu kanska kalla hetta føroysk fótbóltssiðsøga.

Høvundur er Suni Merkistein. Fótbóltssamband Føroya gevur út.

Marni Mortensen hevur vegna FaroeSoccer samstarvað við Suna Merkistein um allar bøkurnar í sambandi við drúgva hagtalspartin.

Heitini eru: "Teir kundu væl listir og leikir" (Bind 2) og "Fremjum dystarleik, sveinar og sprund" (Bind 3).

Annað bind í hesari røðini um føroysku fótbóltssøguna fevnir um tíðarskeiðið 1960-1979. Bókin, ið er góðar 400 síður til longdar, er framhald av 1. bindi í røðini, "Teir reystastu dreingir í norðum", sum kom í 2010. Ár um ár verður gongdin í fremstu deildini lýst við frásagnum, myndum og hagtølum. Sagt verður eisini frá teimum dystum, ið føroyska landsliðið spælir hesi árini. Vit lesa eisini um aðrar tilburðir í føroyskum fótbólti hesi árini.