Søgan um sunnudagsskúlan


Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgávuár: 2011
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99918-48-83-9
Rithøvundi: Johannes Andreas Næs
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 413

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin er býtt upp í tríggjar høvuðspartar, har fyrsti partur millum annað viðger søguligu byrjanina til sunnudagsskúlan, fyrstu sunnudagsskúlarnar í Danmark og tað mótrák og viðrák, sum sunnudagsskúlaarbeiðið hevði har.
Í øðrum parti verður skrivað um, tá sunnudagsskúlin kom til Føroya. Trúboðarin W.G. Sloan fór undir at halda sunnudagsskúla í Havn longu í 1880, men teir kirkjuligu sunnudagsskúlarnir byrja stutt eftir hetta. Eisini verður á ymsan hátt nógv gjørt burturúr sunnudagsskúlavirkseminum hjá Heimamissiónini.
Í triðja parti, sum eisini er tann rúgvumiklasti, verður greitt frá sunnudagsskúlaarbeiðinum bygd úr bygd kring alt landið.
Myndatilfarið í bókini er sera stórt og fjølbroytt