161 yvirskegg


Forlag: Forlagið Yvirskegg
Útgávuár: 2011
Prísur: 161.00
ISBN: 978-99918-3-343-9
Rithøvundi: Ymsir
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 175

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Reglurnar hjá movember-rørsluni eru greiðar og harðar, tá røtt verður um yvirskegg, men í bókini er vald ein linari leið og øll skegg, ið eru komin inn, eru við. Myndagóðskan á teimum innsendu myndunum er ymisk, men kortini eru tær við. Fremst í bókini eru tey 161 yvirskeggini, meðan á seinastu síðunum eru 28 onnur skegg, verður sagt í tíðindaskrivi.

Søgan aftanfyri bókina er henda: Á veg til jarðarferð hjá einum vinmanni, ið doyði so alt ov tíðliga, kom hugskotið um at fáa avmyndað yvirskegg og givið tey út í bók. Øll inntøkan av bókini skuldi so fara til Krabbameinsfelagið. Ofta kemur mest burturúr, um byrjað verður, meðan hugskotið er fekst.

Krabbameinsfelagið tók undir við ætlanini og soleiðis var tað, at seinasta dag í november 2011 vórðu 136 skegg avmyndaði í Rit & Rák í SMS. Aftrat hesum 136 komu 53 sendandi við telduposti, tilsamans 189 skegg, sigur Krabbameinsfelagið.

Movember-rørslan varð skipað í Avstralia í 2003, og er grundarlagið undir rørsluni, at í movember verða menn mintir á at hugsa um heilsu sína. Í 2011 verður peningur savnaður inn til upplýsing og gransking í prostatakrabba. Tey, ið vilja vita meira um hesa rørslu, kunnu hyggja á heimasíðuna www.movember.org.

500 bøkur eru prentaðar, og vónandi verða tær allar seldar. Tøkkin fer til øll tey, ið hava tikið so væl undir við hesari verkætlan, sigur Krabbameinsfelagið í tíðindaskrivi.