Ørnin


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2011
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99918-1-925-9
Rithøvundi: Gill Lewis
Umsett: Malan Háberg
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 195

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tvey børn gerast væl: Callum og Iona. Søgan byrjar í Skotlandi á garðinum, har Callum býr.

Iona kemur aðra staðni frá at búgva hjá abbanum, og hon verður ikki væl fagnað av hinum børnunum, hon er ov øðrvísi. Men millum Callum og Ionu veksur fram eitt sterkt vinalag, og so hava tey ørnina til felags, hana, sum tey varnast ein dagin í einum reiðri tætt við garðin.

Hetta er ein hóttur fuglur, so tey verða noydd at tiga um hetta, men skjótt hava tey brúk fyri hjálp frá øðrum, og so kemur ferð á søguna ...

Ørnin, sum børnini kalla Iris, fer av stað og endar í Gambia, og har kemur Callum í samband við eina gentu, sum livir í heilt øðrum umstøðum enn hann. Callum er ein hjartagóður drongur, sum stríðist við stórari sorg, men samstundis, og kanska júst tí, er hann førur fyri at vísa bæði menniskjum og dýrum kærleika.