Loyndarmálið í triðja hellinum


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2011
Prísur: 158.00
ISBN: 978-99918-1-924-2
Rithøvundi: Per Olov Enquist
Umsett: Sámal Kristian Soll
Evni: Barnabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 178

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókin
Í 2007 gav Bókadeildin út fyrstu barnabókina hjá Per Olov Enquist, Abbin og úlvarnir, og vit hava fingið nógvar afturmeldingar um, at børnum dámar hana sera væl. Hon er eisini so háttað, at foreldrum dámar væl at lesa hana upp fyri børnum, tí tey fáa eisini nógv burturúr.

Nú kemur so uppfylgjarin um Loyndarmálið í triðja hellinum. Alt byrjar við einum túri í báti saman við abbabørnunum, har tey varnast eitt tjald. Í tjaldinum finna tey hvítt pulvur og fyrru bókina Abban og úlvarnar á litaviskum. Helst ein tilsiping til, at bókin varð týdd til 22 ymisk mál.

Og so fer ein spennandi detektivsøga í gongd, sum umframt at vera spennandi eisini er sera skemtligt. Eitt, sum eyðkennir tónan í søguni, er stóri kærleikin og virðingin, sum Per Olov Enquist hevur fyri børnum. Tað er ein fongur í einari bók, tá ið vaksin taka børn í álvara, og tað ger hesin abbin.