Álmanakkin 2012


Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil
Útgávuár: 2011
Prísur: 145.00
ISBN: 978-99918-66-24-6
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Árbøkur og álmanakkar
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 448

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hvørja ferð Álmanakkin kemur út, boðar tað frá, at árið er farið at halla, og at eitt nýtt ár nærkast í hvørjum. Hesum boðar Álmanakkin í ár frá fyri 84. ferð.
Nýggja Saeborg prýðir í ár forsíðuna á Álmanakkanum. Inni í Álmanakkanum er alt tað tilfarið, sum tey mongu, sum nýta Álmanakkan dagliga, kenna so væl.
Fremst er føroyski álmanakkin við hópin av upplýsingum um dagarnar í árinum, nær sólin og mánin koma upp og fara niður, hvussu langur ella stuttur dagurin er o.s.fr. Í hesum partinum er eisini ymiskt um gongustjørnur og annað á himmalhválvinum.
Fyri mong eru tað síðurnar 72-73 og 76-77, sum eru kjarnin í álmanakkanum, tí á hesum síðum eru ávikavist streymkurvin fyri alt árið 2012 og yvirlitið yvir, nær vestfalskyrrindini verða komandi ár. Umframt hesar hentu upplýsingar eru eisini streymkort, kósir innanoyggja, talva um vind, nøvn á fiskum, hvalum og kópum, yvirlit yvir løggildað virki og skip, yvirlit yvir vitar í Føroyum og mangt, mangt annað.
Listin við skrásettum bátum undir 20 brutto tons fyllir 51 síður, og á skipalistanum við skipum yvir 20 brutto tons sæst væl, at nógvar broytingar hava verið í skipaflotanum síðsta árið.
Landbúnaðurin, alingin og oljuvinnan hava síni føstu pláss í Álmanakkanum, og at enda er ein rúgva av hentum almennum upplýsingum í Álmanakkanum, so sum yvirlit yvir løgtingsfólk, bý- og bygdaráðsformenn, læknar, flogfør, og annað. Fólkatal og yvirlit yvir góðtikin fólkanøvn eru eisini í hesum partinum, og har sæst m.a., at nýggjastu góðtiknu føroysku kvinnunøvnini eru Alrún, Aura, Ábria, Ingrún, Kristensa og Melania, og nýggjastu dreingjanøvnini eru Birtir, Eyðmar, Nikolas og Ruben.
H.N. Jacobsens bókahandil gevur Álmanakkan út. Føroyaprent hevur sniðgivið, umbrotið, prentað og liðugtgjørt, og tað arbeiðið er alt gjørt í Føroyum. Álmanakkin fæst heftur og innbundin. Innbundin kostar hann 190 krónur, og hefta útgávan kostar einans 145 krónur.