Hentzasavn


Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2011
Prísur: 250.00
ISBN: 978-99918-65-35-5
Rithøvundi: Eivind Weyhe
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 228

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Árini 1968 og 1982 kom Sandoyarbók I-II út í stavrættari útgávu, samskipaðari av Rikardi Long og við ljóðsøguligum inngangi eftir Mikjel Sørlie. Harvið fingu mál- og kvæðaáhugaði atgongd til eitt av høvuðsverkunum í føroyskari kvæðasavning. Sandoyarbók, sum Jóannes í Króki fór undir í 1821 og fullførdi 10 ár seinni, er uttan iva høvuðsavrikið hjá Jóannesi í Króki. Men frammanundan hevði hann skrivað eina aðra kvæðabók, sum millum fakfólk hevur verið nevnd “Hentzes savn” (á donskum “Hentzes samling”), og sum Eivind Weyhe hevur valt at kalla Hentzasavn. Tað er hetta handritið sum nú er útgivið í stavrættari útgávu og við inngangi um savningarsøgu, innihald og málform.

Jóannes í Króki var ein av undangongumonnunum innan føroyska kvæðasavning. Áðrenn hann fór til verka, funnust bara kvæðauppskriftirnar hjá Svabo, og tær gav Christian Matras út í 1939 í stavrættari útgávu. Samstundis sum Jóannes skrivaði Hentzasavn, gjørdi J. H. Schrøter sínar uppskriftir av Sjúrðarkvæðunum, og tær gav Christian Matras út í 1951. So nú man tíðin vera komin til at fáa tær elstu uppskriftirnar hjá Jóannesi út í vísindaligari útgávu.

Tað er kongliga bókasavnið í Keypmannahavn, sum eigur kvæðahandritið, men saman við Sandoyarbók varð tað í 1994 latið Føroya Landsbókasavni í varðveitslu. Tí hevur ligið væl fyri at gera eina so neyva avskrift av handritinum, sum til ber. Útgávan endurgevur stavsetingina, sum hon er í handritinum, og avspeglar harvið málformin hjá skrivaranum og heimildarfólkum hansara. Tílík útgáva hevur týdning fyri føroyska málgransking, t.d. fyri dialekt- og málsøgugransking, umframt fyri gransking av føroyskum kvæðamáli sum heild. Í innganginum verður greitt frá Jóannesi í Króki og hvussu hann kom í samband við kvæðainnsavningina. Nakað verður sagt um innihaldið í savninum og frá teimum einstøku kvæðunum. Størsti denturin verður lagdur á at lýsa málformin, so sum hann kemur til sjóndar í handritinum, t.d. munin millum eldri og yngri mál og millum bygdamálið í handritinum og onnur bygdamál.