Bíblian innblást av gudi


Forlag: Nýggja Forlagið
Útgávuár: 2011
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-3-333-0
Rithøvundi: Richard Danielsen
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 138

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í Føroyum er seinastu árini meiri og meir komið fram, at Bíblian verður vrakað, og ikki er at rokna fyri tað, sum hon ígjøgnum fleiri øldir hevur verið roknað sum tær Heilagu Skriftirnar, sigur Richard Danielsen, sum í vikuni gav út bókina ”Bíblian – innblást av Gudi”.
74 ára gamli Richard Danielsen sum ikki hevur óttast fyri at verja Bíbliuna í talu og skrift, hevur eittans endamál við bókini: Hann vil vísa á, at sannleikin í Bíbliuni hevur staðið sína roynd í øldir, og ger tað framvegis í dag í 21. øld.
- Eg royni ikki at prógva, at Gud er til. Tað ger hann sjálvur, vísir Richard á.
Bókin verður givin út á ”Nýggja Forlagið”, sum pápi hansara, tann ikki minni kendi prædikumaðurin og bíbliutýðarin, Victor Danielsen, setti á stovn fyrst í fimmti-árunum.