Føroyingar í kríggi


Forlag: Dimmalætting
Útgávuár: 2011
Prísur: 168.00
ISBN: 978-99918-835-4-0
Rithøvundi: Georg L. Petersen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 96

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tað verður ofta sagt, at føroyingar finnur tú allastaðni. Og rætt er tað, at føroyingar eru spjaddir út um allan jarðarknøttin. Eisini í ófriðarliga Afghanistan, sum hevur so lítið til felags við Føroyar, finnast føroyingar.

Eins og flestu aðrir føroyingar hevði journalisturin, Georg L. Petersen, bert hoyrt um og sæð Afghanistan í fjølmiðlunum. Men hann hevði eisini hoyrt um føroyingar, sum vóru í kríggi í hesum fjarskotna landi.

Í januar 2010 birtist hugskotið um at fara til Afghanistan sum journalistur at lýsa kríggið við føroyskum eygum. Í oktober sama árið settu Georg L. Petersen av Dimmalætting og Herluf Sørensen úr Kringvarpinum fyri fyrstu ferð fótin á afghanska jørð.

Nú hevur Georg L. Petersen skrivað bók um hesa ferðina.

- "Føroyingar í kríggi” lýsir tilveruna hjá føroyska hermanninum, John Fornagarð í Afghanistan. Hvat fekk hann at fara, hvat hugsar hann um og ikki minst - hvat hann hevur upplivað?

Í tíðindaskivii verður upplýst, at bókin eisini lýsir viðurskiftini í einum landi, sum seinastu mongu árini hevur verið herjað av kríggi og ófriði, og sum í dag er eitt av heimsins mest tilafturskomnu londum.

- Í bókini verður tosað við valdshavarar í Afghanistan eins væl og við kvinnur, sum stríðast fyri teirra rættindum – rættindi, sum í okkara parti av heiminum tykjast sjálvsøgd, men sum í Afghanistan kunnu vera beinleiðis lívsvandamikil at krevja, verður sagt í tíðindaskrivinum.