Framtíðin kallar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2011
Prísur: 189.00
ISBN: 978-99918-71-57-8
Rithøvundi: Uni Arge
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 327

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
hesi bókini eru 50 bakgrundsgreinir, søgugreinir, tíðargreinir, samrøður og vangamyndir, sum eru skrivaðar frá 2009 til 2011. Tær snúgva seg m.a. um fíggjarkreppu, fólkaræði, tolsemi, átrún­að, tilveruna, tónleik, vinnulív, fjølmiðlar, mál og fólk.

Greinirnar eru upplýsandi og undirhaldandi lesnaður. Tær eru skrivaðar á løttum máli og seta samfelagsins og lívsins størstu spurn­ingar í perspektiv. Viðgjørd verða so ymisk evnir sum ógvus­lig bankaskrædl og spurningurin um, hvat eydna er.

Heitið á bókini sipar til, at í einari og hvørjari samtíð kallar framtíðin á broytingar. Tá Abraham Lincoln, John F. Kennedy, John Lennon, Bob Dylan og Jóannes Patursson stríddust síni stríð, var málið ein betri framtíð. Sama mál hava vit við politiska kjakinum í dag.

Og tá nøkur av okkara fremstu mentafólkum og vinnulívsfólk­um hugleiða um tilveruna, kunnu vit eina løtu dvølja við okkara egnu vónir og dreymar. Vit spyrja, um vit eru eydnusom, og hugleiða um, hvussu vit skulu skapa okkara egnu framtíð.