Vegurin hjá ormi yvir klettin


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2011
Prísur: 129.00
ISBN: 978-99918-71-64-6
Rithøvundi: Torgny Lindgren
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 155

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
VEGURIN HJÁ ORMI YVIR KLETTIN er fleirfalt virðislønt meistaraverk, sum fer fram í gamla svenska bóndasamfelagnum. Tá ið rithøvundurin las bókina upp í útvarpinum, setti lurtaratalið met, og stutt eftir tað gjørdi Bo Widerberg skaldsøguna til film.

Einkjan Tea býr í einari bygd millum Lycksele og Norsjö inni í Västerbotten. Inntøku hevur hon onga, og aftur fyri fátækdømi sítt noyðist hon at rinda keypmanninum við kroppi sínum á sovibríkini.

Frásøgnin um lagnu hennara er løgd í munnin á Janna, sum er sonur hennara. Hann greiðir frá skuld og krøvum, sum eirindaleyst ganga í arv ættarlið eftir ættarlið, men sum til endans verða strikað av einari óvæntaðari hending.

„So er sagt, at á upphavsins morgni var mannakroppurin tað einasta, sum kundi nýtast, tá ið okkurt skuldi málast. Tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált, hevur tú sagt, Harri, og tey orðini vóru eisini ætlað Karli Orsa.“

Onnur viðgitin verk eftir Torgny Lindgren eru umframt hesa skaldsøguna m.a.: Merabs skönhet, Batseba, Legender, Ljuset, Till sanningens lov, Humluhunang, I Brokiga Blads vatten, Pölsen, Döden ett bekymmer, Maten, Minnen.