Tíðir broytast kristus er hin sami


Forlag: Døggin
Útgávuár: 2011
Prísur: 180.00
ISBN: 978-99918-999-8-5
Rithøvundi: Osvald Kjærbo
Evni: Andaligar bókmentir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 178

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Heitið á bókini "tíðir Broytast - Kristus er hin sami" lýsir væl endamálið og innihaldið í bókini. Hvør kapittul í bókini - og tað eru stívliga 40 kapitlar í bókini - er ein útvarpstala, sum var útvarpað gjøgnum sendingina "Evangeliska Røddin". Bókaheitið kann eisini sipa til kenda versið í Bíblini: "Jesus Kristus er hin sami, í gjár og í dag og til ævigar tíðir".
Útvarpssendingarnar frá evangelisku røddini vóru regluliga at hoyra frá útvarpsstøðini Trans World Radio í Monte Carlo. Hesar sendingar við føroyskum sangum og talum vóru at hoyra gjøgnum meiri enn 30 ár, og av tí at sendistøðin hevði stóra sendiorku, rukku sendingarnar víða.
Henda bókin er hin níggjunda í røðini, sum Osvald Kjærbo hevur skriva seinastu átta árini, og má hetta sigast at vera ein satt megnaravrik.