Skúlin á Argjahamri The school on Argjahamri


Forlag: Tórshavnar býrráð
Útgávuár: 2011
Prísur: 150.00
ISBN: 978-99918-62-10-1
Rithøvundi: Astri Luihn
Evni: List og listagreinir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 116

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í sambandi við almennu móttøkuna í Skúlanum á Argjahamri leygardagin gav Tórshavnar kommuna út stásiliga bók um listprýðingina og Skúlan á Argjahamri. Bókin varð givin øllum lærarum og næmingum sum gáva.

Ein vitjan í Skúlanum á Argjahamri kann verða eitt stórt listarligt upplivilsi. Astri Luihn hevur listprýtt Skúlan á Argjahamri sambært sáttmála við Listabólkin hjá Tórshavnar Kommunu.

Arbeiðið hevur gingið sera væl og eftir ætlan. Heildarúrslitið er avbera væleydnað og samsvarar væl við allar upprunaligar ætlanir.

Tríggir skulpturar úr betong eru í skúlagarðinum til miðskúlan. Pisur, eitur hesin skulptururin. Lomvigaurðin er heitið á verki úr cortenstáli á báðum síðum í Gjónni innan fyri høvuðsdyrnar. Verkið er umleið 60 metrar langt.

Glaslist prýðir glasveggin til fimleikarhøllina og í gongini á aðru hædd. Glasveggur – Kvæðaveggurin – er í bókasavninum á fyrstu hædd. Træskurður - Frisan - er á fyrstu hædd.

So eru eisini fleiri stórir málningar og nakrir smærri, umframt ein figur- og fantasivegg, sum er ein søguveggur. Allir málningar og frisan eru í montrum av málaðum træ og við herdum glasi.

Rithøvundar hava verið Eva Furseth, listfrøðingur, Maria Eyðunsdóttir Luihn, søgufrøðingur og gullsmiður, Eyðun Andreassen, professar, Rúni Abrahamsen, arkitektur og Astri Luihn, listakvinna. Myndirnar hava Alan Brockie, Per á Hædd, Lars Gundersen og Peter van der Ent tikið.