Kaj 2 ein dokumentarisk ævisøga


Forlag: Forlagið Hellurnar
Útgávuár: 2005
Prísur: 400.00
ISBN: 99918-993-1-6
Rithøvundi: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 435

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í bókini gevur Jústinus eina góða lýsingav fólki og arbeiðslívi 70 - 130 ár aftur í tíðina, serliga í bygdunum, ið liggja við Hvannasund. Lýsingarnar byggja serliga á frásagnir og goymdar skrivligar keldur, ið høvundurin hevur leita fram úti og heima á almennum stovnum og undir vaðingini í privathúsum.

Teir sigldu hart undir krígnum og vunnu gylt av peningi. "Nætaberg", sum Kaj førdi heilt fram til seinastu túrin, tá ið hann varð bumbaður og søktur, lá ikki aftastur. Bókin gevur lesaranum neyvt innlit í , hvussu allir teir menn, sum sigldu hjá Kjølbro, vunnu undir krígnum og eisini klaksvíkingar sum heild. Yvirlit er aftast í bókini yvir inntøkurnar hjá fiskimonnunum hjá Kjølbro í tíðarskeiðnum 1941-1944. tað var meira hepni enn skil, sum gjørdi, at teir, sum bóru boð í bý, komu heilskapaðir heim aftur, heldur Hans Jacob Justesen, sum var Fúrbøtari við "Nærabergi" undir krígnum. Hann var við at sigla í kølmyrkri millum leysar minur og krígsvanda. hann er 93 ár í dag.