Bræddur firvaldur


Forlag: Menturnargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2011
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99918-43-97-1
Rithøvundi: Tóroddur Poulsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 61

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tittulin á nýggja yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen er Bræddur firvaldur við undirtitlinum 51 ljóð til tøgnina. Hetta savnið víkur rættiliga fitt frá meginpartinum av tí undanfarnu skrivingini hjá høvundanum. Sjálvandi eru yrkingarnar persónligar, men á ein meiri almennan og stiliseraðan hátt. Lykilin er helst undirtittulin, sum boðar frá, at tekstirnir snúgva seg um tómleikan millum orðini, um hesi millumrúm, sum orðaleys bera alt innihaldið. Men her eru eisini yrkingar við paradoksalum orðingum og við niðurstøðuni, at tú sleppur ongantíð burtur úr tínum uppvøkstri.