Javnlíkar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2011
Prísur: 169.00
ISBN: 978-99918-71-47-9
Rithøvundi: George Orwell
Umsett: Annfinnur Zachariassen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 151

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Jones er bóndi, men hann er latur og drukkin í tíð og úrtíð. Hann misrøkir kríatúrini, og ein dagin gloymir hann at leggja fyri tey. Tá er innistøðuni ovboðið, og tey reisa seg ímóti hesum fullkomna óskilinum. Teir, ið standa fyri uppreistrinum, eru gøltarnir Napoleon og Snowball. Teir streingja tað heit at skipa garðin av nýggjum í rættvísi og til gagns fyri øll. Nú verður tað animalisma, ið fer at ráða.

Sjey boð eru grundreglur animalismunnar:
Alt, sum gongur á tveimum fótum, er fíggindi
Alt, sum gongur á fýra fótum ella hevur veingir, er vinur
Einki djór skal ganga í klæðum
Einki djór skal sova í song
Einki djór skal drekka brennivín
Einki djór skal drepa eitt annað djór
Øll djór eru javnlíkar

Teir geva garðinum nýtt navn og umskipa alt, sum lovað. Umskipanin fer at gagna øllum teimum ferføttu. Men tíðin líður, og hugsjónir og fyrimyndir kámast og fara síðan heilt í gloymskuna.

JAVNLÍKAR er søgan um kollveltingina, ið miseydnaðist. Hetta er speiska søgan um, hvussu rot stendst av valdi, hvussu vald oyðileggur góðar hugsjónir.