Eldurin á fjallinum


Forlag: Bókadeildin Føroya lærarafelag
Útgávuár: 2000
Prísur: 90.00
ISBN: 99918-1-222-9
Rithøvundi: Franz Berliner
Umsett: Teodor Hansen
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 122

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
samandráttur
ELDURIN Á FJALLINUM sigur søguna um ein av máttmiklastu profetum í Gamla Testamenti, Elia, sum óræddur fanst at kongum ísraelsmanna, tá ið teir vendu sær frá Gudi. Hetta vóru ófriðarligar tíðir við ógvisligum bardøgum, har blóðið fleyt í stríðum streymi. Ongin varð spardur, tá ið tað ráddi um at vinna sær vald, hevna ella gera enda á gudloysi.
Høvundurin, Franz Berliner, letur smádrong geva seg í fylgi við Elia og soleiðis uppliva alt tað, Elia var fyri, t.d. tá ið hann sigraði á Baalsprofetum, sendi eld av himli at oyða hermenninar hjá Áhasja, kongi, fyri so at enda at verða tikin upp til himmals í eldvogni. Á gamalsaldri fer drongurin úr bygd í bygd at siga søguna um Elia, og hann dugir so væl at siga frá, at fólk sita ovfarin.