Huckleberry Finn


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2011
Prísur: 280.00
ISBN: 978-99918-1-868-9
Rithøvundi: Mark Twain
Umsett: Gunnar Hoydal
Evni: Ungdómsbøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 395

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Mark Twain man vera ein av kendastu rithøvundum í heiminum. Orðini hjá Ernest Hemingway um, at allar nútíðar amerikanskar bókmentir koma av einari bók, nevnliga Huckleberry Finn, eru mangan at hoyra í samband við hesa bókina.

Og ikki av órøttum: Huckleberry Finn er ein einastandandi væl skrivað frásøga um móðurloysingin Huckleberry Finn, sum eigur ein pápa, sum bæði er drykkjumaður og landastrok. Ein dagin kemur hann fram á trælin Jim, sum er flýggjaður, og teir báðir reka á einum flaka oman eftir Missisippi ánni og uppliva mangt og hvat á vegnum.
Huckleberry Finn noyðist í allar mátar at endavenda sínum fordómum ímóti svørtum, tí hann er jú vaksin upp í einum umhvørvi, har svørt ikki vera hildin at vera menniskju, so tað at hjálpa Jim krevur nógv av honum.
Bókin varð givin út í 1884, nøkur ár eftir at Mark Twain hevði skrivað bókina um Tom Sawyer, ið er um tann ráðaríka og raska drongin Tom. Tom Sawyer er komin út á føroyskum í týðing eftir Ólav Michelsen í 1978. Nú tvey og tretivu ár eftir Tom Sawyer sleppa vit at lesa frálíku týðingina hjá Gunnari Hoydal um Huckleberry Finn.