Brahmadellarnir


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2011
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-43-95-7
Rithøvundi: Jóanes S. Nielsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 364

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Enn einaferð ger ein av Føroya fremstu rithøvundum vart við seg. Jóanes Nielsen hevur skrivað eina drúgva skaldsøgu um lív og lagnur í Føroyum. Arbeiðstittulin var eitt langt skiftið “Havnarkrýnika”, men tittulin bleiv seinni broyttur til “Brahmadellarnir”, tí soleiðis kallaðu havnarfólk ta ættina, ið fer sum ein reyður tráður ígjøgnum skaldsøguna. Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadell­arnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. Um norska korpurálin Nils Tvibur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriettu Løbner, og um onnur hampafólk sum livdu tey árini tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990unum. Nakrir av tilburðunum fara fram í Sumba og á Tvøroyri, men tað mesta í Havnini. Ein umeið 150 ára long søga, lýst gjøgnum eygu Eigill Tviburs, sum kom at gerast ein av frægu høvundum Føroya. Rannvá Mortensen hevur gjørt permu og vignettir.