Filmur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2011
Prísur: 220.00
ISBN: 978-99918-71-38-7
Rithøvundi: Elin Hentze
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 128

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin snýr seg um grundleggjandi filmfagurfrøði, og miðar eftir at læra næmingar, lesandi og onnur áhugað at lesa film og verða tilvitandi um, á hvønn hátt filmur ávirkar okkum.


Henda innleiðsla í filmfagurfrøði er grundað á filmin hjá Nils Malmros um Barbu og harra Pál, og ætlanin er, at hon kann verða nýtt sum fyrimynd at greina aðrar filmar eftir. Øll hugtøk verða lýst við støði í filminum hjá Malmros, og øll filmhugtøkini hava fingið føroysk heiti.


Bókin er býtt sundur í tríggjar partar: filmmál, filmlistfrøði og filmgreining, og er løgd soleiðis til rættis, at teir einstøku partarnir kunnu verða lisnir hvør sær. Eitt væl útgreinað innihaldsyvirlit og ein umfatandi orðalisti gera, at bókin hóskar sera væl til skjótt at leita fram hugtøk og serstakar spurningar.


Ætlanin er fyrst og fremst, at bókin skal verða nýtt í undirvísingini í filmi og miðlum í skúlum og á skeiðum. Hon hóskar eisini væl til aðrar lærugreinir, og harumframt kunnu einstaklingar, sum hava áhuga fyri filmfagurfrøði, -greining, -framleiðslu og livandi myndum, brúka hana.