Veðurlagsbroytingar


Forlag: NÁM
Útgávuár: 2011
Prísur: 178.00
ISBN: 978-99918-2-009-6
Rithøvundi: Bogi Hansen
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 118

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Høvundurin vísir í bókini á at jørðin er hitnað, og hann sigur, at vit við stórari vissu vita nú, at tað er av mannaávum.

- Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags­broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum, sigur Bogi Hansen.

- Hesar broytingar stava frá tí, at vit menniskju lata nøkur evni út í luftina, tá ið vit brenna olju, kol ella gass og av øðrum virksemi. Hvussu ringar avleiðingarnar verða, er treytað av, um vit klára at avmarka útlátið av hesum skaðiligu evnunum, sigur høvundurin at nýggju bókini Veðurlagsbroytingar, sum í snøggari uppseting telur 118 blaðsíður.

Havfrøðingurin, Bogi Hansen, mælir til, at lurtað verður eftir serfrøðini. - Gera vit tað, er ógvuliga lítil ivi um álvaran í veðurlagsbroytingunum. Men kringvarp og bløð bera ofta tíðindi, sum siga tað øvuta. Tí kann tað vera torført hjá fólki yvirhøvur at meta, hvat ið er rætt, og hvat er skeivt. Endamálið við hesi bók er tí í fyrsta umfari at geva fólki ta neyðugu vitanina til at skilja veðurlagsbroytingarnar, og hví tær koma. Síðan verður roynt at lýsa, hvussu veðurlagið longu er broytt, og hvat vit hava í væntu tey komandi hundrað árini og meira.

Bókin um Veðurlagsbroytingar er ikki ætlað nøkrum serligum bólki. Vónandi kunnu flestøll lesa hana, og vónandi kunnu partar av henni verða brúktir í undirvísingarhøpi.

- Vitanin um veðurlagið økist støðugt. Eg havi tí roynt at útgreina tey hugtøk og heiti, sum eru neyðug fyri at fólk sjálvi kunnu fylgja við so hvørt, sum nýggj vitan verður tøk, sigur havfrøðingurin Bogi Hansen í sambandi við, at Nám nú gevur út nýggju bókina um Veðurlagsbroytingar.