Bíblian á Føroyskum í hálva øld


Forlag: Leirkerið
Útgávuár: 2000
Prísur: 395.00
ISBN: 99918-45-13-5
Rithøvundi: Zacharias Zachariassen
Evni: Andaligar bókmentir
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 455

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
samandráttur
At Zakarias er farin undir hesa kærkomnu bók,man fyri stóran part koma av,at stríði,ið tók seg upp í kjalarvørrinum á bíbliutýðing Victors,brendi seg fast í sinni hansara,tí hann var júst í viðkvomum aldri at fylgja við í blaðskrivingini í teimum ymsu bløðunum.Í tíðarritinum "Leirkerinum" hevur ein partur av tilfarinum staðið sum framhaldsgrein,men nógv er komið út afturat,og bókin er nú vorðin ein heild.Tað er í tøkum tíma,at tilfarið verður givið út,tí at tey flestu,sum vóru partur av knossinum at fáa bíbliuna út á føroyskum,eru nú farin,og tískil er hesin tátturin í søgu okkara rættuliga farin at kámast í huganum á fólki.Eisini hava summi eina rangvørga mynd av hesi søgugongd,av tí at so mong ár eru liðin síðan.Bókin lýsir sera væl tær ymisku áskoðanirnar,ið komu fram í lesarabrøvum í føroyskum bløðum nakað eftir,at Bíblian kom út í týðing Victors.Roynt hevur verið at hava tilfarið í rættari tíðarrøð."Bíblian á føroyskum í hálva øld"er sera forvitnisligur lesnaður.Hóast Zakarias ikki tekur dagar ímillum,hvørt menn hava grein í sínum máli,tá teir finnast at Victori,so ger hann sína niðurstøðu,tá bókin endar.Parturin um sálmaskaldskap Victors er eisini sera áhugaverdur,og tú fært innlit í eitt øki,tú ikki hevur kagað inn áður.Øll,ið hava ans fyri føroyskari bíbliu-og sangtýðingarsøgu,eiga at ogna sær bókina.Tú fær nógv at vita,sum tú ikki visti frammanundan.
Brot úr ummæli hjá
Flóvin Tyril
(baksíðan á bókini)