Donsk Føroysk Orðabók

Forlag: Føroya Fróðskaparfelag
Útgávuár: 2005
Prísur: 380.00
ISBN: 99918-41-51-2
Rithøvundi: Hjalmar P. Petersen
Evni: Orðabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 879

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Leingi hevur staðið til at fáa í lag at geva út nýggja føroyska orðabók við meginpartinum av tí orðatilfari, ið er til skjals í eldri orðabókum, og tí, sum síðan er savnað úr mæltum máli og orðtikið úr tekstum. Umstøður hava ikki verið at troyta allar hesar keldur til lítar, tí stórur gróður hevur hesi seinastu árini verið í føroyskum útgávustarvi, og føroyskt mál er nógv ment og framfarið, so at tað í stóran mun er vorðið ført fyri at orðbera tað, sum nýggj tíð við síni fjølbroyttu tøkni hevur í boði, men støðið er hin ríki málarvur eftir tey, ið undan fóru. Tað er at vóna, at orðabókin hevur at bjóða fornt og nýkomið í sámiliga røttum lutfalli.

Hjá okkum hevur í eitt mannaminni høvuðsálitið til upplýsingar um føroysk orð verið Føroysk-donsk orðabók eftir M. A. Jacobsen og Chr. Matras, 2. útgáva 1962, og eykabind hennara frá 1974 eftir undirritaða. Í teimum báðum bókunum eru leitorðini til samans o.u. 45 000. Tær hava eins og eldri føroyskar orðabøkur orðalýsingar á donskum máli.