Rottan


Forlag: Mentanargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2011
Prísur: 240.00
ISBN: 978-99918-43-94-0
Rithøvundi: Sólrún Michelsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 221

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
ROTTAN er fyrsta stuttsøgusavnið, sum Sólrún Michelsen letur úr hondum, og tað vísir av álvara hennara frásøgukynstur. Sagt verður frá einum gerandisdegi, sum kanska ikki er so gerandis kortini, vanlig umhvørvi eru kanska ikki so vanlig hóast alt, og hendingarnar eru kanska ikki fullkomiliga hvønndagsligar. Samanrenningin av gerandisdegi og einum farra av óhugna ger, at søgurnar í hesum savni eru ikki sørt skelkandi. Høvundurin dugir óvanliga væl at lýsa eitt sindur løgnar lagnur, fólk sum vit vanliga høvdu kallað originalar, men hon dugir at gera tað soleiðis, at vit síggja hendingarnar frá teirra sjónarhorni. Somuleiðis dugir hon framúr at lýsa vanlig fyribrigdi og veita lesaranum eina kenslu av, at hesi kanska ikki eru so vanlig kortini. At okkurt ræðandi og skelkandi býr undir, og lesarin fer kanska at hugsa um Ray Bradbury ella Stephen King. Um somu tíð fer tað mesta fram í einum føroyskum gerandisumhvørvi, har tílíkt ikki hendir. Ella ger tað?