Nígari


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2011
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-71-43-1
Rithøvundi: Einar Andreas Lund
Umsett: Agnar Artúvertin
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 252

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Søgan lýsir 33 ára gamla Mikael Skrent, sum á mangan hátt tykist hava eydnuna við sær. Hann er í Oslo á veg til eina fernisering hjá einum vinmanni. Sum hann gongur, renna tilburðir úr fortíðin fram fyri hann, tilburðir, sum hava skumpað hann út í ein oyðandi meldur við løgnum atburði, øði og ørkymlan.

Tilveran tykist honum høpisleys. Hann berjist við kærleika, hann misti fyri 10 árum síðan. Vaml kemur á hann, tá ið hann er í song við konufólki.

Hann hevur verið sjúkliga áhugaður í sær sjálvum og ísakaldur mótvegis øllum, ið ikki tænti hansara egna áhuga. Men hann hevur fingið sína fyllu í ríviligt mál – ikki minst av sær sjálvum.

Bókin hevur verið nógv umrødd fyri, hvussu hon lýsir listaum- hvørvið, sum speglar restina av samfelagnum og virðunum í vesturheiminum, har skræða og sjálvsøkni skugga fyri øllum veruligum virðum og elva til sjúkliga kenslu av tómleika og virðisloysi.