Dýrmæta lív


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2011
Prísur: 129.00
ISBN: 978-99918-71-46-2
Rithøvundi: Jørgen Frantz Jacobsen
Umsett: Christian Matras
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 119

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hesar seinastu mánaðirnar havi eg verið staddur um ikki í versta vanda so í ræðuligum gjálvi. Mítt skip, sum siglir sjúkunnar hav, hevur jú sjógvin standandi høgt í hvørjum lastarúmi, tað flýtur tung liga og høggur ræðuliga. Eg hugsi mær tað, løgið at siga, liggja út fyri Góðvónar Høvda, men tað er einki symbolskt hugmynda samband; tí vón? Vón kortini! Hvussu steingrátt havið er, og hvussu døkt er í erva, má ein kortini minnast til, at ein er „føddur og uppvaksin millum teir militeru,“sum kvartermeistarin Krakk sigur í operuni „Hin knái Tinsoldáturin“. Tann tankin kann koma sníkjandi á meg í míni miklu møði, at nú kann krússið brátt sigast at vera fult. Ein kann kenna seg etsaðan inn í lívsnervina og hugsa: nunc libera me. Tá ræður um at minnast til Kraks gomlu ariu á Tórshavnar Skansa-vølli: Militerið við lavettirnar ræðist ikki bajonettirnar! Alraminst nú eigur eisini „Skansin at quitterast“. Tí Barbara vinnur framá við ikki so vánaligari ferð. Í øllum gjálvinum vinnur ein longri fram á vegin.


Soleiðsi skrivar Jørgen-Frantz Jacobsen til vinmann in William Heinesen í februar 1938 ein mánað, áðrenn hann doyði. 16 ára dystur við tuberklarnar var av. Jørgen-Frantz Jacobsen varð 37 ár.