Á garðinum hjá Malju


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2001
Prísur: 130.00
ISBN: 99918-1-252-0
Rithøvundi: Lucy Cousins
Umsett: Niels Jákup Thomsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 4


Samandráttur
Á GARÐINUM HJÁ MALJU
Hetta er fjórða bókin um Malju, sum kemur í ár. Fyrst komu tvær smábarnabøkur: Malju dámar at koyra og Malju dámar at spæla, síðan stóra klaffabókin: Fyrsta klaffabókin hjá Malju, og nú er so bóndagarðurin hjá Malju á skránni.

Tá ið tú letur bókina upp, springur garðurin hjá Malju upp úr, og so er bara at fáa sær pappírsdukkuna av Malju og øllum vinum hennara, traktorinum o.m.ø. at spæla við - í alt 26 smálutir. Litfagurt søguhefti, ið lærir børnini um gerandisdagin á garðinum, er eisini í bókini. Tá ið tú ert liðugur at spæla, er pláss fyri øllum smálutunum, soleiðis at tú kanst lata bókina aftur og seta hana í bókahillina. Við tað at so nógvir smálutir eru, er bókin ikki hóskandi fyri børn, ið eru yngri enn trý ár.