Hin stóra bókin um familjur


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2011
Prísur: 120.00
ISBN: 978-99918-1-744-6
Rithøvundi: Mary Hoffman
Umsett: Gunnleyg M. Arge
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 32


Um bókina
Hvat er ein familja? Fyri fáum árum síðani var ein familja ein mamma, ein pápi og tvey, trý børn. Men hesi seinastu árini er familjumynstrið broytt kring allan heim. Familjurnar eru sum ælabogans litir - sera fjølbroyttar: tær eru ymiskt samansettar, og tað er ymiskt, hvussu persónarnir í einstøku familjunum eru saman.

Í bókini fara vit at vitja nógvar familjur; vit fara við teimum út at ferðast, til arbeiðis, í skúla og fáa eitt sindur at vita um kelidýr, kenslur, familjutræ – og nógv annað...
Bókin hevur sum so einki aldursmark. Øll – eisini ella serliga - vit vaksnu kunnu læra nógv av bókini. Serliga hetta at rúma øðrum, sum eru øðrvísi enn vit. Bókin letur nevniliga upp fyri einum kjaki um, at hóast øll eru ymisk, hava vit somu rættindi at vera her.