Fiskabókin


Forlag: Miklagarður
Útgávuár: 2010
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-3-313-2
Rithøvundi: Uni Gullfoss
Evni: Heilsa og matgerð
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 157


Um bókina
Tá ið vit hugsa um fisk, hugsa vit vanliga um klassiskar rættir, so sum ræstan fisk, saltfisk, stoktan fisk, frikadellur og knetti. Hetta eru gamlir og sanniliga eisini góðir døgurðarættir. Men leggja vit í, so hava vit so ómeta-liga nógvar aðrar møguleikar, tá tað ræðurt um fisk. Døgurðin svimur beint fyri føtur okkara.

Umframt vanligu fiskasløgini sum tosk, seið, skrubbu, reyðsprøku o.l., eru mong onnur fiskasløg, vit kunnu fiska og borðreiða. Eitt nú hýsu, stein-být, kalva, hummara, rækjur, kræk-ling o.s.fr . Og hvørt fiskaslag kann gerast til á óteljandi hættir. Tí er tað so spennandi at arbeiða við fiski í matgerð.

Vert er at hava í huga, at í nøkrum fiskasløgum er fiskurin so grovur, at hann minnir um kjøt í strukturi, t.e. í grovleika og fastleika. Tískil kann hann farast við sum kjøt í sjálvari matgerðini. Nøkur av hesum fiska-sløgum eru havtaska og hemari.

Sum við mati annars, so er tað ómetaliga týdningarmikið at fara væl um fiskin, frá at hann verður fiskaður til hann kemur á borðið. Fiskur riggar væl sum forrættur og høvuðsrættur og til suppu.