Ongar reglur Mannajagstrarin 2 | |
![]() | Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags Útgávuár: 2011 Prísur: 125.00 ISBN: 978-99918-1-841-2 Rithøvundi: Jan Kjær Umsett: Sonne Smith Evni: Barnabøkur Ikki innbundin Støða: Á goymslu Síðutal: 102 |
Legg í kurv - Læg i kurv - Add to basket ![]() Um bókina Luka vil verða mannajagstrari, men hann hevur ongan lærumeistara. Tá ið hann hoyrir um víðagitna mannajagstraran Ezra ArManju, fer hann av stað í stundini í vón um at gerast lærlingur hansara. Á vegnum møtir Luka teirri villu Selinu, sum kastar við knívum, og sum eisini vil gerast lærlingur hjá Ezra ArManju. Luka varnast skjótt, at hann er í kapping við eina gentu, sum ikki himprast fyri nøkrum, og sum er fús at gera, hvat tað skal vera fyri at røkka málunum, hon hevur sett sær. Fer Luka at vinna á einum kappingarneyta, sum spælir uttan reglur? Og hvussu langt er hann sjálvur fúsur at fara fyri at vinna? |