Flekk mítt lítla bókasavn


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2010
Prísur: 95.00
ISBN: 978-99918-1-804-7
Rithøvundi: Eric Hill
Umsett: Marna Jacobsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 48


Um bókina
Síðani fyrsta bókin um Flekk kom út á føroyskum í 1980, er Flekk nærum vorðin fólkaogn. Flestu heim í Føroyum munnu hava eina ella fleiri Flekk bøkur liggjandi. Og tað er ikki uttan orsøk, tí øllum børnum og vaksnum dámar fitta, lítla hundahvølpin, sum altíð er í góðum lag og altíð finnur uppá okkurt stuttligt.
Mítt lítla bókasavn er eskja við seks ymiskum bókum um Flekk.
Bøkurnar eru allar úr hørðum pappi og myndirnar eru greiðar og litríkar. Í bókunum kann barnið læra orð fyri lutir, sum eru við hús, djór, sum eru á garðinum og yndisleikur. Eisini lærir tað litir og at telja.

Bøkurnar kunnu eisini setast saman sum putlispæl til eina fitta mynd av Flekki og vinum hansara.