Anna Frank


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags & Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2010
Prísur: 98.00
ISBN: 978-99918-1-820-7
Rithøvundi: Susanna Davidson
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 64


Um bókina
Trettan ára gamla Anna Frank og familja hennara goyma seg fyri nasistunum. Í tvey ár kundi hon ikki fara út, renna, rópa ella flenna hart.

Í staðin skrivaði hon um tankar og kenslur sínar í dagbók, sum nú er kend um allan heim.

Henda søgan um lív hennara byrjar, tá ið hon enn er ein sorgleys genta sum allar aðrar.

Bókin er skrivað eftir vegleiðing frá Evu Schloss, sum yvirlivdi arbeiðslegurnar og gjørdist fosturdóttir Otto Frank, pápa Annu.